Vencil er eitt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum. Bókin fevnir um eitt úrval av týðingum, yrkingum og stuttsøgum. Hanus Kamban, Charles Bukowski, Bárður Persson, Carl J. Jensen og Edith Sødergran eru millum teir mongu útvaldu rithøvundarnir. "Fyrsta útgávan av Vencil boðar frá sera góðum, hugskotið er gott og tykist gjøgnumhugsað. Ein fyrimynd er kanska danska tíðarritið Bananasplit. Tidsskrift for multinational litteratur. Men eitt føroyskt tíðarrit, sum leggur seg eftir at prenta skaldskap, kann gera størri mun enn tílík tíðarrit aðrastaðni, tí bókmentaliga umhvørvið í Føroyum er fáment, og góðar týðingar mangla í ólukkumát. Ì hesari útgávuni umboða týðingarnar mest klassiskar modernistiskar tekstir. Kanska av tilvild, men helst sigur tað eisini nakað um, hvat ritstjórarnir hava lagt dent á." sigur Bergur D. Hansen í ummæli í Sosialinum Heimasíðan hjá Vecil er www.vencil.fo