Hetta er framhaldsbók av Lætt & Leskiligt, ið kom út í oktober 2003. Aftur hesaferð er talan um eina sera leskiliga kókibók, og hava tær báðar lagt sóran dent á heilsugóðan og eisini vælsmakkandi mat.
2’arin avspeglar matrákið í nútíðarsamfelagnum við nýggjum og spennandi uppskriftunum og við meira fjøltáttaðum rávøruúrvali. Bókin hevur eins og tann fyrra, uppskriftir uppá hvussu tú á ein einfaldan hátt kannst gera mat, sum bæði er lættur og leskiligur. Talan er um soltnan og heilsugóðan mat, ið er ætlaður øllum, eisini teimum, ið hava diabetes og hjarta- og aðrasjúkur. Í bókini eru 107 lættar og leskiligar uppskriftir • 11 súpanir/forrættir • 27 døgurðarættir/afturvið • 16 nátturðarættir • 14 breyð og bollar • 24 køkur og desertir • 15 køkur og desertir, diabetes Henda bók letur upp fyri enn einum møguleika at broyta matvanar og betra um heilsuna.