Hundadagakongur í Íslandi Hundadagamenn í Føroyum Ísland var so illa vart undir Napoleonskríggjunum, at ein tilvildarligur dani í bretskum krígsfangaskapi kundi taka valdið og lýsa landið leyst og frælst at vera. Jógvan Arge hevur tikið saman um søguna um Jørund Hundadagakong. Hon lýsir hansara lívsleið um allan knøttin: úr Danmark, um Bretland, Australia, Kyrrahavið og Ísland til Tasmania. Hundadagamenn komu eisini til Føroya. Ovastin fyri verjuliðnum hjá Jørundi, Jón Guðmundsson Effersøe, búsettist her. Søgan um hann er við eins og søgan um lagsbróðurin, bretska spekulantin James Savignac, sum mundi fingið eina próstadóttir á Sandi til konu, hóast hann var giftur heima í Bretlandi. Spennandi bók um veruligar hendingar, sum eins væl kundu verið ævintýr.