Fedrar og synir er ein klassikari, har tað nýggja ættarliðið ger upp við tað gamla, ikki júst við harðskapi, men við einum nýggjum hátti at liva og hugsa. Í bókini kom Ivan við nýggja orðinum "nihilistur". Við bókini vildi hann lýsa russiska samfelagið mitt í 1800 talinum, har fedrarnir og synirnir umboðað tvær heilt ymiskar áskoðanir á samfelagið. Tað gamla lenssamfelagið móti tí nýggja nihilistiska og skilbundna.