Nú er næsta nummarið av Vencili komið út. Aftur hesa ferð er Vencil á tremur við góðum upprunaskaldskapi á føroyskum og væltýddum skaldskapi úr heimsbókmentunum. Tey, ið hava skrivað upprunatilfarið í hesum næsta Vencili, eru flest ung og evnarík skøld. Onkur debuterar í Vencili. Ein teirra er Kjartan Hansen, ið hevur tvær yrkingar og eina stutt-stuttsøgu við. Katrin Reinert er onnur, sum fyrstu ferð hevur tvær yrkingar við. Síðan eru fleiri onnur við, sum hava fingið onkra yrkingina prentaða, og uppaftur onnur, sum áður hava skrivað onnur tekstsløg, men sum royna seg fyri fyrstu ferð við yrkingum. Ongin Vencil uttan týðingar, og hesa ferð eru við týðingar, ið fluttar eru yvir í føroyskt úr sponskum, enskum, týskum, russiskum. Marianna Hoydal hevur týtt søguna “Ein sera gamal maður við ovurstórum veingjum” eftir kolumbiska rithøvundin Gabriel García Márques. Eisini hevur Marianna Hoydal týtt stuttsøguna “Skriftin hjá gudunum” eftir argentinska høvundin Jorge Luis Borges. Hugin Eide hevur týtt fýra minimalistiskar stuttsøgur eftir schweisiska prosaistin Peter Bichsel.