Bókin er ikki um nakra einstaka samkomu, men umtalar øll endurfødd menniskju, sum samkomu Guds. Bókin svarar á ein einfaldan hátt spurningum viðvíkjandi tí, sum Bíblian lærir um samkomuna og um samkomulívið. Jógvan gevur eisini sera góðar og praktiskar vegleiðingar, hvussu samkomur okkara kunnu vera meira viðkomandi á okkara døgum.