Hetta er eitt úrval av greinum og viðmerkingum, sum André í tíðini 1992-98 skrivaði í málteiginum í Sosialinum. Onkrar greinar eru tiknar frá øðrum bløðum. Her verður skrivað um málsligar spurningar, sum hann heldur vera viðkomandi, og "tann ráðandi málpolitikkurin" verður umtalaður.