Læn mær oyra títt
(Bók)
Bergur Rønne Moberg
Bókin er ein langferð frá munnmentan til KT-samfelagið. Hon snýr seg um sambandið millum tøkni og orð. Orðið var upphavliga munnligt og øll vitan partur av munnligari arvagongd. Seinni gjørdi prenttøknin skrivaða orðið algongt í bløðum og bókum. Og í dag er orðið eisini vorðið elektroniskt og verður sent á ymsum bylgjum í elektroniskum loft- og margmiðlum sum útvarp, sjónvarp og teldu.