Marita – eitt konubrot í landsins søgu
(Bók)
Dagny Joensen
Henda vakra bók er ein lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum Maritu Petersen, ið skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum. Hon legði at kalla lunnar undir nýggja kvinnumentan, ið vísti, at kvinnur á øllum økjum kunnu taka ábyrgd á jøvnum føti við menn.