Hetta er ein lyklaskaldsøga, sum viðger eitt hundrað ára skeið í søgu Føroya, sæð við eygunum á einum, sum er heima og burturi í senn, sum er eygleiðari, droymari og samstundis við í øllum.
Gunnar Hoydal skrivar við støði í sínum egnu royndum og skiftir, honum so líkt, millum heilaspuna og veruleika, minningarbrot og frían skaldskap.
Í einum ummæli skrivar Guðruna Gaard:
"Hon er sum eitt bregdað band í mongum litum, har ymisklittu træðrirnir eru Føroyar og allur heimurin, fólk – her og aðrastaðni, tíðir og hendingar, sum støðugt umskarast í sínum ringrásum av livaðum lívi."