Á fyrsta sinni kemur út upprunaføroysk bók um allan tann fisk, ið er skrásettur at liva undir Føroyum. Í hesum slóðbrótandi verki hevur Rógvi Mouritsen sum fiskimaður og biolog-assistentur á Fiskirannsóknarstovuni savnað okkara vitan um fiskasløg í føroyskum sjóøki. Tilsamans 235 fiskasløg eru skipað í hóp, ætt og slekt. Mynd er av hvørjum fiskaslagi, og sagt er frá um teirra útsjónd, hvussu víða tey liva, um stødd, lit og dýpi og teirra týdning fyri fiskiskapin. Astrid Andreasen og ymisk myndlistafólk myndprýddu.