Tað var mett at vera eitt stórt framstig fyri føroyskt mál, tá føroyingar í 1984 fingu ta ensk-føroysku orðabókini hjá Jóhannesi av Skarði. Men hann gjørdi fleiri ferðir sjálvur vart við, at henda orðabók ov lítil at nøkta tørvin hjá næmingunum í hægru skúlunum. Tí kom nýggj ensk-føroysk orðabók út í 1992, sum Stiðin gav út. Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen vóru eisini við í tí arbeiðinum. Tað eru soleiðis liðin 16 ár síðani seinasta enska orðabókin kom út á føroyskum. Hesi árini hava Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen arbeitt við at gera nýggjar orðabøkur, og nú koma tær loksins á marknaðin. Føroyska-enska orðabókin telur 1950 síður og er nógv tann størsta orðabókin, sum er útgivin í føroyum. Ensk-føroyska orðabókin byggir á ensku-føroysku orðabókina frá 1992. Hon hevur helmingin fleiri leitiorð enn tann gamla. Hon telur slakar 1600 síður.