”Hann hugsaði við sær, at styrki var ikki ein maður, sum kundi lyfta hundrað kilo yvir høvd. Styrki var eitt barn, sum hóraði undan við lívinum eftir, at tað hevði traðkað á eina landminu.” Hetta hugsar læknin, sum hittir gentuna Sofíu, sum hevur verið fyri tí vanlagnu at hava traðkað á eina av mongu niðurgrivnu minunum í borgarakrígsherjaða Mosambik. Ein spennandi og viðkomandi søga úr stóra meginalandinum Afrika. Hon er fyrsta í einari røð av trimum eftir kenda svenska krimiskaldið. Bókin er 150 bls. og heft við klaffum. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum.