Myndabók, sum longu nú, eitt ár eftir at hon kom út í Onglandi, hevur fingið tríggjar virðislønir. Hon er um Búa, sum ein dagin fær eina eskju, har ein pingvin liggur niðri í. Búi striðist við at fáa pingvinina at siga okkurt, men nógv skal til, áðrenn tað gerst ovboðið hjá pingvinini.