Barabas
(Bók)
Eilif Samuelsen, Pär Lagerkvist
Barabas er tann ránssmaðurin, sum verður latin leysur í staðin fyri Jesus, sum sær hann doyggja á krossinum og síðani verður knýttur at honum í máttleysum treiskni. Hann skilir myrkrið á Golgata men ikki ljósið yvur teirri tómu grøvini. Hann leitar eftir eini trúgv, men verður innilæstur í sínum egna veruleika.
Barabas er ein skaldsøga, sum viðkemur øllum.
Ein av Svøríkis stórstu høvundum myndar her menniskjunnar rótloysi í einum heimi uttan Gud.
Frásøgnin hjá Pär Lagerkvist um Barabas er ein av teimun stóru skaldsøgunum í svenskum bókmentum. Hon kom út á fyrsta sinni í 1950 og gjørdi Pär Lagerkvist heimskendan. Hann fekk Nobels Heiðursløn í 1951