Heitið á savninum gevur eina ábending um, at ikki fáir av tekstunum peika á Europa sum søguligt, listarligt og fyrst og fremst skaldskaparligt og mentanarligt hugtak. Undir hesum neti av tilsipingum eru univers, sum lesarin sjálvur verður boðin at fara á rannsóknarferð í. Hanus Kamban hevur fyrr latið úr hondum stuttsøgusøvn, ævisøgulig verk, greina- og essaysøvn umframt týðingar eftir m.a. Graham Greene, Shakespeare og James Joyce. Men Café Europa er høvundsins fyrsta yrkingasavn. Bara hetta í sjálvum sær ger hesa útgávu til eina serstaka hending í føroyskum bókmentum.