Fjórða í bókarrøðini Krýnikum úr døkkari fortíð eftir enska høvundan, Michelle Paver, er bókin Útskot, sum er um dreingin Torak, sum einsamallur skal læra at lívbjarga sær í skóginum. Hann er foreldraleysur og eigur ongan góðan, men so kemur hann fram á ein úlvsunga, og síðan verður hann tikin inn í ein av ættbólkunum í skóginum. Í Útskoti er hann aftur einsamallur og flýggjar undan fólki, tí hann er dømdur at vera útskot. Øll hava rætt at taka hann av lívi, tí hann er vorðin yvirtikin av sálarátara, sum ger, at hann ikki kann vera saman við hinum. Krýnikurnar, sum fara fram í steinøld, eru sera spennandi lesnaður og sera væl frágingnar, serliga tá ið hugsað verður um, at høvundurin hevur kelað fyri øllum smálutum. Hóast hetta í mangar mátar kann minna um eina fantasysøgu, sum eru so væl dámdar nú á døgum, so gevur hon stórt innlit í fólkalív og náttúru, umframt at hon er sera spennandi og óhugnalig.