Fólk og hús á Velbastað
(Bók)
Leon Andreassen
Velbastaðmaðurin Leon Andreassen lýsir
bygdina hús fyri hús og býling fyri býling.
Í bókini greiðir hann frá ognarviðurskiftum og gørðum í gomlu
bygdini. Eisini sigur hann frá tilflytarum gjøgnum tíðirnar umframt at bókin hevur eitt
yvirlit yvir fólkið í bygdini.
Velbastað er einasta føroyska bygdarnavn, ið endar við staður, ið annars er vanligt í øllum hinum
norðanlondunum. Greitt verður frá, hvat serfrøðingar hava hildið um hetta navn, og hvar
bygdin hevur verið frá elstu tíð. Greitt verður frá útgrevstri í Fossdali og nakrar sagnir av
Velbastað eru við.
Stórar broytingar eru farnar fram á Velbastað síðani samanleggingina við Havnar Kommunu.
Tískil er bókin eisin ein roynd at greiða frá gomlu bygdini, meðan tey fólk, ið higartil hava
roknað seg sum velbastaðfólk, enn kunna siga frá, og fólkið í teimum nýggju býlingunum fær
kunnað seg við staðið, tey nú eru partur av .
129 eldri og nýggjari myndir av fólki og støðum eru við í bókini,