Í ”Njótingarsama heilin” lýsir Morten Kringelbach, professari, hvussu gransking í njóting og trá kann vera ein lykil til at skilja, hvussu heilin á okkum virkar, og hvussu bøtt kan verða um lívsdygdina. Morten Kringelbach hevur serligan áhuga í, hvussu stóra ávirkan sansaligar og sosialar njótingar hava á okkara lív, og hvussu stóra ávirkan vantandi njóting hevur á tunglyndi, støðuga pínu og etingarólag. Við nýggjari tøkni at skanna heilan hevur Morten Kringelbach fingið greiðu á, hvar, nær og hvussu kenslur, njóting og trá verða til í heilanum. Nú vóna granskarar so, at betri fatan av hesum mekanismum fer at hjálpa teimum mongu, sum vanta njóting í lívinum, og at geva størri lívsgleði og heilsu til fólkið. Njótingarsami heilin er ikki ein sjálvhjálparbók, men ein bók fyri almenningin, har rithøvundin, listamaðurin og vísindamaðurin á sera greiðan og skemtiligan hátt oysir av sínum stóra innliti í heilan. Bókin gevur okkum nakað at hugsa um. Vit kenna okkum aftur í henni og kunnu læra at fara betur um lívið