Maupassant er ein tann kendasti, gávuríkasti og virknasti av fronskum stuttsøguhøvundum. Hann skrivaði sjálvur tað, sum skuldi standa á gravsteini sínum: Eg girnaðist alt, men neyt einki. Fleiri av søgum hansara eru um smáar hendingar, sum broyta lívið hjá persónunum. Oftast til tað verra. Dømi um hetta er vælumtókta og sterka søgan Hálsketan. Ein sera sjónskur boðskapur í nógvum søgum Maupassants er býttleiki, tankaloysi og rotinskapur. Tvey dømi um hetta eru tann heldur skemtiliga søgan Pjerrot, og ótrúliga árinamikla og eirindaleysa søgan Foreldramorð. Hann og Edgar Allan Poe verða mettir at vera tveir av høvuðsfedrunum til stuttsøguna sum tekstaslag. Horlin er kendasta stuttsøga Maupassants og eitt satt meistaraverk í heimsbókmentunum. Eitt av evnunum í henni er hypnosa. Hetta var eitt sera vælumtókt evni mitt í 19. øld. Vit kenna tað til dømis frá ódeyðiligu søgunum hjá H.G. Wells og Edgar Allan Poe. Neyvan er tað tó nakrastaðni so væl frágingið og hevur fingið so breiða viðgerð sum í Horlanum. Bræv frá tí svaka - ein av søgunum í hesi bók - kann lesast sum ein kladda til Horlan.