Søgurnar í hesi bók eru ætlaðar bæði høgum og lágum. Tær snúgva seg um sonevndar ræðslusjúkur, ið tey flestu munnu kenna í egnum barmi, eitt nú tá ið ørilsi kemur á okkum longu á triðja stigatrini, ella tá ið vit eru um at missa ondina, longu áðren vit eru komin inn undir brúsuna. Søgurnar eru stuttligar og findugar í senn, og spælt verður við málinum, lætt og nútíðarliga.