Les 3 er ætlað til føroyskt eftir 9. árgang í fólkaskúlanum. Fyrsti málbólkur eru næmingar í 10. Flokki, men bókin er uttan iva eisini væl egnað til fyrstu árgangirnar á miðnámi. Næmingar í 10. flokki og miðnámi skulu verða førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt og eiga at hava so góða atgongd til vitan sum møguligt. Tí hevur Skúlabókagrunnurin valt at bæði ein arbeiðsbók og ein ástøðisbók er knýttar at tekstasavninum. Les 3 Arbeiðsbók og Les Ástøði eru ætlaðar til bæði næmingar og lærarar. Les 3 er eins og hinar Les bøkurnar rúgvusmikil. Her eru stuttsøgur, leikrit, yrkingar, brot úr skaldsøgum, sálmar, blaðgreinar, ritroyndir og annað. Yvirskipaða temaðið er lívsvirði í einum samfelagsligum høpi, og evnini snúgva seg millum annað um menniskju og náttúru, persónligar og samfelagsligar broytingar, religión, sambandið millum Føroyar og útheimin, føroyskan samleika og føroyskt mál.