Djúpt niðri í einum búri er eitt beistaktigt skepilsi, eingin veit um tað uttan tannáringadrongurin, sum gevur tí at eta. Fyri seks árum síðani var tað eitt ilsint lítið smákykt, nú hevur tað vaksið seg øðiliga stórt, og rustaða hylkið klárar ikki at halda tí leingi aftrat ...