Í desember 1977 verður 7 ára gamla Lucia tikin úr heimstaði sínum og førd til eitt barnaheim í Eysturtýsklandi. Saman við øðrum børnum úr heimlandinum skal hon skúlast til at vera nýggja elitan í heimlandinum Namibia. Í august 1999 verða Lucia og hini børnini flogin heim aftur, og nú skal hon hitta eina ókenda konu: mammu sína. Lucie Engombe skrivar um skelkandi upplivilsið at verða tikin frá foreldrunum.