Bannað veri tíðaráin
(Bók)
Jákup í Skemmuni, Per Peterson
Bannað veri tíðaráin er søgan um tíðarinnar meldurstreym. Heiti kemur frá einari yrking hjá Mao, sum var tann stóra politiska stjørnan hjá Arvid Jansen tá hann í 70´unum gjørdist fæloysingur og fór at arbeiða á verksmiðju. I eygunum á mammuni spilti hann møguleikan fyri einum betri lívið enn tað hon sjálv hevði haft við sjokolátulinjuna á Freia.
Bókin fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2009. “Prosatekstur eftir ein nýtíðar meistara... fyltur við samandrignum spenningi, døkkum undirtónum, ósøgdum kærleika, ráðaloysi, sorg og bitrum einsemi. Alt samalt skrivað á einum pertnum og hóvligum, men kortini poetiskum máli, sum er burturav pettersonskt í sínum óuppgjørda framburði...” (Turid Larsen).