Popptónleikur úr Vittula er ein garrvill, sjarmerandi og poetisk søga um dreingirnar Matti og Niila og uppvøkstur teirra í bygdini Vittulajänkkä, ella Vittula, í Norðursvøríki, heilt uppi við finska markið. Søgan fer fram í 60unum og 70unum, tá ið nýggja tíðin umsíðir kemur til fjarastu avbygdirnar í Svøríki. Vegir verða asfalteraðir, smájarðarbrúk verða avtikin, fremmandir trúboðarar vitja – og tónarnir frá Elvis og Beatles gera innrás. Eldru ættarliðini halda lítið um alt hetta nýggja. Minnini um hungursárini í 30unum og tann serliga kristnitrúgvin hava fest djúpar røtur í bygdarfólkið, og tey halda treiskliga fast í gamlar siðir sum sjómanstak, at rætta tong, manndómsroysni í saunaunum og heimabrenning. Og tá ið brúdleyp er, er besta undirhaldið at fara til hendurs. Mitt í øllum hesum droyma Matti og Niila um at gerast rokkstjørnur. Popptónleikur úr Vittula eftir Mikael Niemi (f. 1959) er ein tann best umtókta og mest selda svenska skemtiskaldsøgan hesumegin aldaskiftið. Hon varð gjørd til film í 2004, og við hesi føroysku útgávuni er hon týdd til 27 mál.