Við hesum yrkingasavninum fer Oddfríður M. Rasmussen nýggjar leiðir. Lívrám er í tveimum pørtum. Helvtin av bókini vendir rætt, og hin vendir upp og niður. Tískil kann hon lesast frá báðum síðum, men hon kann eisini lesast úr einum enda í annan, alt eftir hvussu lesarin vil hava hana at enda væl ella illa.