Føroyskur Skattarættur
(Bók)
Eyðfinnur Jacobsen
Bókin er ætlað til undirvísing á Handilsskúlum og Fróðskaparsetri, men kann eisini vera hent handbók hjá grannskoðarum, advokatum og øllum øðrum, sum fáast við skattafaklig evni
Bókin er vaksin fram úr undirvísing á merkonomskeiðum, sum rithøvundurin javnan hevur staðið fyri í eini 25 ár. Umframt at undirvísa í evninum, hevur Eyðfinnur Jacobsen í starvi sínum sum advokatur brúkt ein stóran part av arbeiðsorku síni til at veita einstaklingum, stovnum og virkjum úti og heima ráðgeving um føroyskan inntøkuskatt.
Arbeiðið at skriva bókina byrjaði av álvara fyri um leið fimm árum síðan, tá ið samtakið av loyvishavarum at leita eftir kolvetni á føroyskum havleiðum undir heitinum The Faroes Partnership við Amerada Hess á odda veitti Eyðfinni stórfingna peningaupphædd, sum gjørdi tað møguligt at leggja annað arbeiði til viks.
Bókin viðger øll evni um føroyskan inntøkuskatt á einum almennum stigi eftir lóggávu og rættarvenju, sum var galdandi 1. januar í 2009.