Bókin ”Tórshavn árið 1900”, snýr seg um Havnina ár 1900. Tað er serliga søgan um tey 49 fólkini, sum fødd vórðu í Havn hetta árið. Hvat tey fingust við, hvaðani komu, foreldur teirra, hvør makin var, og hvussu nógv børn hesi áttu. Í bókini eru 89 myndir. Bókin hevur fullfíggjað navnayvirlit yvir fólka, skipa- og staðarnøvn. Meginparturin av tilfarinum í bókini hevur ongantíð fyrr staðið á prenti.