Fótatraðk
(Bók)
Carl Jóhan Jensen
Fríggjadagin 6. november í hesum Harrans ári tjúguhundrað og níggju og endaleyst frameftir (ið hvussu er hetta til jóla) stevnir skaldið ella ó-skaldið Carl Jóhan Jensen gomlum og ógomlum, lágum og ólágum, vitandi og óvitandi, samdum og ósamdum, beistaktigum og óbeistaktigum, valdum og óvaldum, útisettum og óútisettum, krímfongdum og ókrímfongdum, skattaðum og óskattaðum, lýstum og ólýstum, javnaðum og ójavnaðum, heilagum og óheilagum, sambandskum og ósambandskum, lesandi og ólesandi, fúlum og ófúlum á skjaldrating.