Tá ið føroyskt málstrev byrjaði
(Bók)
Tummas Lenvig
Tilfarið í hesum savni stavar frá tíðarskeiðinum 1888 og fram til aldamótið 1900.
Hetta eru blaðgreinir, har sum høvuðsevnið viðvíkur rættindunum hjá fólksins egna móðurmáli, nú tíðin hevði við sær, at kommunalir barnaskúlar vórðu settir á stovn úti um landið, og børnini fingu plikt at ganga í skúla. Nýstovnað Føringafelag hevði elvt til, at eitt føroyskt málstrev av álvara var íbirt.
Bløðini, sum greinirnar eru fingnar úr, eru "Dimmalætting", "Færøsk Kirketidende" og "Føringatíðindi".
Tilfarið leggur fyri við at umtala ta upprunaligu støðu, sum Føringafelag tók frá byrjan, tað stevnumið og mál, sum tað setti sær fyri: Fyrst og fremst at vinna Føroya fólks egna móðurmáli heimarætt í Føroyum til nýtslu í kirkju, skúla og sum rættarmál. Men umframt hetta umboðar tilfarið eisini eitt uppkomið mótrák ímóti hesi stevnu. Og tað fær lesarin eisini greitt innlit í.