Ævintýrini eru úr søvnum hjá Grimm, H.C.Andersen og Asbjørnsen og Moe. Fleiri hava áður verið á prenti, men eitt nú ævintýrið um Pannukøkuna hevur ikki verið at funnið í føroyskum ævintýrsøvnum áður. Ævintýrið um mannin, ið skuldi halda hús hevur verið í myndabókaútgávu fyrr, men ævintýrið í hesum savninum er nú at lesa í fullum líki. Men við ævintýrum er tað soleiðis vorðið, at tú kanst lesa tey aftur og aftur. So Reyðhúgva, mishátti dunnuungin, Tornarósa, býartónleikararnir í Bremen, bukkarnir Brúsi og øll hini kunnu lesast fyri børnum fleiri ferðir og eru líka so stuttlig hvørja ferð. Svend Otto S hevur myndprýtt Stóru ævintýrbókina. Hon er 216 bls. og innbundin. Tað eru tey fimm Hervør Jákupsson, Pauli Hansen, Niels Jákup Thomsen, Marius Johannesen og Amy Tausen, ið hava týtt.