Gullgentan er tað fimta søgusavnið, sum Hanus Kamban letur úr hondum, og umboðar eina avgjørda snaring í hansara søgukynstri. ì øllum savnsins tíggju tekstum verður lesarin leiddur út ígjøgnum veruleikas dyr og - inn í dreym, søgn, ævintýr og framtíð ella inn í eitt sjónarvovið univers, har tað ómøguliga, merkiliga, ókunnuga og ræðuliga spegla aftur menniskjans leiklut og avbjóðingar í einum heimi, har hon er fremmand og kanska sum frá líður verður avrøkt.