Lætt & leskiligt 3´arin
(Bók)
Jóhanna á Tjaldrafløtti, Elisabeth Akursmørk
3arin
Bjóða til borðs við einum smíli og góðari samvitsku
Vit blíva ongantíð troyttar av at tosa um mat, uppskriftir og at gera spennandi nýggjar rættir, og tað er júst orsøkin til, at vit nú útgeva okkara fjórðu bók í røðini.
Hesa ferð hava vit latið hugin reika eitt sindur longri bæði til meir eksotiskar uppskriftir og øðrvísi mátar at bjóða til borðs.
Hví ikki bjóða í føðingardag við einum brunch ella eini buffet, har gestirnir kunnu velja millum alskyns smærri rættir so sum, brunchpannukøkur við nøtum í siropi, sushi, grønmetismuffins, laksamousse, høsnasalat við jarðberum og eina spennandi nøtusteik við rabarbuchuteny?
Ein heitan summardag er sjálvandi upplagt at bjóða vinfólkunum við út í havan, har tit njóta sólina og smakkin av ymsum tapas sum dadlum í baconsveipi, hvítleyksstoktum tikararækjum, grissini við pesto og saltaðum mandlum við einum glasi av svalligum hvítvíni afturvið.
Tá so tjúkku kavaflykrurnar balla kvøldini inn, letur tú hugnan og hitan breiða seg í køkinum við eini heitari fiskasúpan ella kanska eini øðrvísi kjøtsúpan við góðum focacciabreyði afturvið.
Sum nakað nýtt hava vit nú eisini ymisk hugskot til morgunmat og millummáltíðir. Royn til dømis okkara havragreyt við peru og súrepli, músli, smoothies, heimagjørda súltutoy, lekru bollar og góðu breyð av ymsum slagi. Breyðini og bollarnir rigga eisini væl, um tú vilt gera matpakkan sunnari og meir spennandi.
Eins og í hinum bókunum fylgja uppskriftirnar kosttilráðingunum, og tær hóska eisini væl til tey, sum hava diabetes, hjartasjúkur, æðrakálking ella skulu ansa eftir vektini.
Tí fyrst og fremst ynskja vit aftur hesa ferð at geva tær spennandi og lættar uppskriftir til rættir, tú kanst eta við góðari samvitsku og borðreiða við einum smíli.