»Nú krígsins kaldi veruleiki fór at ganga upp fyri okkum, vóru fleiri, sum ynsktu seg heima aftur. Men vit vóru harðliga vandir, og nú var ikki at bakka.« Sverri Djurhuus (1920-2003) var ættaður úr Kollafirði, men búði í Havn. Stríðsárini var hann, har harðast leikaði á – í Waffenn SS – og mangan toygdi deyðin seg eftir honum. Á vígvøllinum vóru eisini aðrir føroyingar. Teir verða umrøddir í høvuðspartinum: "Aðrir føroyingar í SS"