Hetta er ein søgubók, sum Niels Juel Arge og Jógvan Arge hava skrivað. Bókin er prýdd við mongum viðkomandi myndum og fevnir um flogsøguna fram til 1963, tá Føroyar loksins fingu regluligt flogsamband. Bókin hevur undirheitið frá Charles Lindbergh til Erlu Kongsdóttir. Charles Lindbergh var tann heimskendi amerikanski flogskiparin, sum fyrstur fleyg úr Amerika til Evropa í einum strekki. Á eini seinni ferð lendi hann á Trongisvágsfirði saman við konuni Anne Morrow. Hetta var dagur í viku á Tvøroyri, og heimskendu hjúnini gistu hjá keypamanninum Gudmundi Mortensen. Tann seinni so kendi Jørgen-Frantz Jacobsen var í Føroyum sum tíðindamaður fyri Politiken. Hann var á tíðindafundi við Charles Lindbergh, men fekk hann ikki at siga nógv um sínar ætlanir við ferðini. Lindbergh og konan vóru fáorðað hendan dagin, og tey bóru seg undan at fara í veitslu. Hetta var stutt eftir, at ein sonur teirra var rændur og dripin. ”Erla Kongsdóttir” er fyrsta flogfar, sum føroyingar áttu. Bretar lótu føroyingum flogvøllin í Vágum í gávu eftir heimsbardagan. Føroyingar við Dánjali Niclasen í Sørvági og Ewaldi Kjølbro í Klaksvík á odda vildu fegin fáa í lag flogsamband við umheimin. Til tess stovnaðu teir Føroya Flogfelag og skipaðu fyri rutuflúgving við einum skotskum DC-3 dlogfari í 1946, tá ”Tjaldrið” var farið á Mjóanesi. Ætlanin var at halda fram árini eftir, men loftferðslumyndugleikarnir vóru trekir. Tó keyptu tær sær eitt lítið Walrus-flogfar í 1949, sum teir ætlaðu at flúgva í millum lond við. Hetta flogfar nevndu teir ”Erlu Kongsdóttir”. Flúgvingin fekst kortini ongantíð reiðiliga í lag, tí Erla Kongsdóttir fór út av á flogvøllinum og fór illa.