Bókin snýr seg bæði um almenn og persónlig viðurskifti. Tá hon kom út, kveikti hon nógv kjak um m.a. leiklutin hjá religión í Føroyum. Ì meira enn tvey áratíggju hevur Sjúrður Skaale verið virkin í samfelagskjakinum. Ì talum og greinum hevur hann viðgjørt almenn og persónlig viðurskifti; smámál og stórmál. Viðhvørt hevur hann verið skemtiligur, viðhvørt illur. Viðhvørt sakligur, viðhvørt sarkastiskur. Og viðhvørt er hann farin um mark til tað áleypandi og óreina.