Í París hittir Abelard ta blaðungu Heloise og verður heilt burtur í henni. Gjøgnum pápabeiggja hennara, Fulbert, fær Abelard í lag, at hann gerst húslærari hjá tí vøkru og gávaðu ungu gentuni, og tey forelska seg brennandi í hvør øðrum. Eftir at Fulbert hevur uppdagað, hvussu vorðið er teirra millum, kemur so tað loyniliga hjúnalagið og seinni yvirgangurin á Abelard, har Fulbert letur hann skammfara so ræðuliga, at hann ikki kann halda fram í samlívinum við Heloise. Tey leita bæði skjól í kleysturlívinum.ngdómsverkið hjá Thomas Aquinasi De ente et essentia er eitt lítið rit um eitt stórt evni. Onkur hevur kanska hug at siga: eitt alt ov lítið rit um eitt alt ov stórt evni. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so torført. Søgan um sambandið millum Abelard og Heloise er ein av heimsins mest víðagitnu og tragisku kærleikssøgum. Hon er søgd í brøvunum hjá tí størsta heimspekinginum í tólvtu øld, Pæturi Abelard, og gávuríka næmingi hansara, Heloise. “Søgan um mína vanlagnu” hjá Abelard og brøvini er frásøgnin um ein hugtakandi og syrgiligan kærleika, um tvey óvanlig menniskju. Bókin hevur sítt sjálvskrivaða pláss í tí longu røðini av kærleikssøgum í heimsbókmentunum.