Sniðskjúttin
(Bók)
James Riordan
Spennandi ungdómsbók um slagið við Stalingrad. Bók, sum er væl egnað til bæði ung og vaksin.
Sniðskjúttarnir úr Stalingrad vóru víðagitnir fyri teirra tol og miskunnarloysi, sum avgjørt vóru ein orsøk til, at russar vunnu slagið við Stalingrad. Tað, at russar vunnu slagið, broytti gongdina undir øðrum heimsbardaga soleiðis, at Týskland ikki fekk valdið.
Bókin er um ein tannáring, ið gjørdist sniðskjútti í 1942. Hetta er samtíðis ein sonn søga. Uppgáva hansara var at skjóta so nógvar týskar hermenn sum gjørligt. Í byrjanini kennist tað sera torført at skjóta, men so við og við gerst tað lættari.
Bókin er sera spennandi, og lýsingin av sálarliga trýstinum, sum soldátarnir liva undir, tá teir noyðast at taka lívið av øðrum menniskjum, er sera áhugaverd.
Enski høvundurin James Riordan hevur skrivað. James Riordan er væl kendur við viðurskiftini í gamla Sovjettsamveldinum. hann hevur búð í Moskva í fleiri ár og hevur vitjað har fleiri ferðir aftur, síðan hann flutti aftur til Onglands. Tað er eisini á hesum ferðunum, at hann kom at kenna nakrar av sniðskjúttunum í Stalingrad, sum hann brúkar í hesari skaldsøguni, sum Bókadeildin gevur út.
Bókin er 230 bls, heft við klaffum, og Jenny Johannessen hevur týtt úr enskum.