Himinin brosar
(E-bók)
-
Týðari:
Christian Matras
-
Kápusnið:
William Heinesen
-
Upprunaland:
Faroe Islands
-
Framleiðsla:
Sprotin
-
ISBN:
978-99918-73-65-7
-
Vøruslag:
E-bók
-
Bókabólkur/ar:
Stuttsøgur
Flest allar tær søgur, William Heinesen gjøgnum árini hevur skrivað, hava tilfar og huglag úr Føroyum, eina mest úr Havnini, har rithøvundurin hevur livað mestapartin av ævi síni. Nógvar søgur lýsa eina horvna tíð – tíðina frá 1900 og fram til fyrra veraldarbardaga – ein tíð, tá ið høvuðsstaður okkara enn var at vísa seg ein friðsælur og kvirrur smábýur við flagtektum húsum, umgyrd av frískligum angandi bø og haga við ongari akferðslu eftir gøtum og vegum.
Eitt paradís á foldum var hesin smábýurin tó ikki, vandamálini vóru bert onnur enn nú. Og muran í menniskjanum – og tað er hetta viðkvæma og torgreidda fyribrigdið, ið fram um alt hevur yrkjarans áhuga – man niðast í kelkunum altíð hava havt somu høvuðseyðkenni.