Oliver Jeffers, ið hevur skrivað og teknað søguna, er sera kendur. Hetta er fyrsta bókin hjá honum á føroyskum um ein drong í stríputari troyggju og sum býr einastaðni einsamallur. Einaferð var tað ein drongur, og ein dagin fann hann eina pingvin við hurðina... Soleiðis byrjar søgan, og so er spurningurin, hvaðani er pingvinin komin, og hví er hon so kedd? Drongurin hjálpir henni heim til Suðurpólin, men ger tað pingvinina eyðnusama? Marna Jacobsen týddi. Bókin er 32 bls.