Í bókini Spøkilsisjagstrarin fer Torak undir seinastu ævintýraferðina. Hann noyðist saman við Renn og Úlvi niðan á Spøkilsisfjallið at loysa ta torførastu uppgávuna. Hann skal vinna á Eostru. Uppgávan elvir til, at Torak skal taka eina trupla avgerð. Megnar hann tað? Høvundurin vann Guardian Children’s Fiction heiðurslønina fyri bókina Spøkilsisjagstrari. Sætta og seinasta bókin í røðini Krýnikur úr døkkara fortíð. Røðin byrjaði við spennandi bókini Úlvsbróðuri, har drongurin Torak hittir ein úlv, sum skal gerast besti vinur hansara á torføru ferðini, hann noyðist at gera fyri at vinna á óndskuni. Seinni hittir Torak gentuna renn, sum eisini gerst ein trúfastur vinur og hjálpari hjá honum. Í hesari seinastu bókini Spøkilsisjagstrari er vetur og Sálanátt nærkast. Eostra, Hornuglumaggan heldur ættunum í einum ræðslutaki. Torak má fara úr Skóginum og leita hana upp í Spøkilsisfjallinum, meðan Renn má taka eina pínufulla avgerð. Úlvur, trúfasti floksbróðir teirra, stríðist við ønskriliga sorg. Og í seinasta stríðnum móti døkku megini, fer Torak at takamesta skelkandi valið av øllum. Høvundurin vann Guardian Children’s Fiction heiðurslønina fyri bókina Spøkilsisjagstrari. Bergur Rasmussen týddi. Bókin er heft við klaffum og 254 bls