Ein spennandi og sálarfrøðilig ungdómsskaldsøga um kærleika og vinalag. Um deyðar mammur og livandi pápar. Um tann mann er nú, og tann mann var fyrr. Um at vita, hvør mann er. Riiana veit ikki, hvør hon er. Men hon ætlar at finna útav tí. Eg síggi meg sjáva í einum stolnum spegli er framhaldið av bókini Sangur til ein firvald. Bøkurnar kunnu lesast hvør sær.