ROTTAN er fyrsta stuttsøgusavnið, sum Sólrún Michelsen letur úr hondum, og tað vísir av álvara hennara frásagnarkynstur. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum kanska ikki er so gerandis kortini, vanlig umhvørvi eru kanska ikki so vanlig hóast alt, og hendingarnar eru kanska ikki fullkomiliga hvønndagsligar. Samanrenningin av gerandisdegi og einum farra av óhugna ger, at søgurnar í hesum savni eru ikki sørt skelkandi. Sólrún Michelsen fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri bókina “Tema við slankum”, sum eisini er týdd til danskt.