Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. Um norska korporálin Nils Tvibur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriette Løbner, og um onnur hampafólk sum livdu tey árini tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990únum. Nakrir av tilburðunum fara fram í Sumba og á Tvøroyri, men tað mesta í Havnini. Ein umleið 150 ára long søga, lýst gjøgnum eygu Eigil Tviburs, sum kom at gerast ein av frægu høvundum Føroya. Rannvá Mortensen hevur gjørt permuna og vignettir í bókini.