Í hesi bókini eru 50 bakgrundsgreinir, søgugreinir, tíðargreinir, samrøður og vangamyndir, sum eru skrivaðar frá 2009 til 2011. Tær snúgva seg m.a. um fíggjarkreppu, fólkaræði, tolsemi, átrúnað, tilveruna, tónleik, vinnulív, fjølmiðlar, mál og fólk. Greinirnar eru upplýsandi og undirhaldandi lesnaður. Tær eru skrivaðar á løttum máli og seta samfelagsins og lívsins størstu spurningar í perspektiv. Viðgjørd verða so ymisk evnir sum ógvuslig bankaskrædl og spurningurin um, hvat eydna er. Heitið á bókini sipar til, at í einari og hvørjari samtíð kallar framtíðin á broytingar. Tá Abraham Lincoln, John F. Kennedy, John Lennon, Bob Dylan og Jóannes Patursson stríddust síni stríð, var málið ein betri framtíð. Sama mál hava vit við politiska kjakinum í dag. Og tá nøkur av okkara fremstu mentafólkum og vinnulívsfólkum hugleiða um tilveruna, kunnu vit eina løtu dvølja við okkara egnu vónir og dreymar. Vit spyrja, um vit eru eydnusom, og hugleiða um, hvussu vit skulu skapa okkara egnu framtíð.