Bókin byggir á, stórt sætt, øll nøvn, sum eru brúkt í Føroyum í dag. Her verður víst, hvat navnið kann ella man merkja, hvussu nógv eita navnið í 2010, og hvussu nógvir ymiskir stavihættir eru av navninum. Í bókini sæst fyri fyrstu ferð í bókarformi, hvussu føroyingar veruliga eita. Bókin vísir tað fjølbroytnið, sum er í Føroyum, og hon virðir føroyskan navnasið, sum hann er.