Í bókini verða evni viðgjørd, sum Beinta annaðhvørt arbeiðir við ella hevur serligan áhuga fyri: Kommunupolitikkur og politisk umboðan, hagtøl og vitanargrundarlag fyri politiskum avgerðum, vælferðarpolitikkur, kyn, familjupolitikkur og bókmentapolitikkur. Beinta í Jákupsstovu er fyrstiamanuensis í stjórnmálafrøði við Høgskolen i Molde. Síðani 2008 hevur hon eisini verið knýtt at Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon vardi í 2003 doktararitgerð, sum Fróðskapur gav út í bók í 2006 við heitinum Kunnskap og Makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år. Í bókini lýsir hon hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Greinarnar, sum eru á føroyskum, norskum og íslendskum eru: Kari Skrede: Fruktbarhet og familiepolitikk – hvor bærekraftig er den nordiske modellen? Audun Offerdal: Representasjon og fråfall Elin Súsanna Jacobsen: Kvinnulív í Havn uml. 1850 Firouz Gaini: Knívleysir menn. Samleiki og mentan hjá ungum føroyskum monnum Eli Kjersem og Turid Aarset: Idealer, forestillinger og kunnskap om alderdom og boformer Svavar Sigmundsson: Færeyingafélagið í Reykjavík Malan Marnersdóttir: Bókmentir og samfelag Kristin Tornes: Kunnskap og politikk