Sporvognurin
(Bók)
Agnar Artúvertin
Hendan skaldsøga, ella kanska langsøga (novella) er fyrsta roynd høvundsins at geva føroyingum heimspekiligar hugleiðingar í skaldahami
Søgan snýr seg um turistin, ið er í London og ferðast, og sum knappliga noyðist at taka støðu til tær løgnu hendingar, ið honum eru fyri
Av persónunum kunnu vit nevna tann løgna hr. Bendix, sum ikki tykist hava nakað lív uttan fyri tann gátuføra sporvognin, ommuna, sum doyði, Yngvar, tann syrgna, norska vísmannin, eins væl og øll tey margháttligu ferðafólkini, sum búgva inni í fjallinum, og sum øll hava sínar søgur at siga
Sum søgan líðir, gerst turisturin greiðari og greiðari yvir, at hann er staddur í vanda og má berjast sum óður fyri at sleppa undan teimum myrku kreftum, sum lúra eftir honum, áðrenn ov seint er!
“Nú var so nógvur vindur inni í sporvogninum, at fleiri hattar ruku av høvdum, summir flugu út og hvurvu, hár flagsaði í vindinum, og annar posin hjá teirri gomlu konuni var koppaður, og matur lá út eftir gólvinum – ein purra var farin nokkso langt, og nakrar tomatir lógu sløddar inni undir einum fremmandum setri, har tær ruggaðu og livdu við jøvnu og stigføstu ristingunum av sporvogninum...”
- úr søguni
Hugaheimurin hjá Agnari er dreymakendur, marrukendur, løgin, øðrvísi, gløggur og varpar eitt annað ljós á tað heila – alt annað enn keðiliga sosialrealistiskur
Føroyskir rithøvundar hava altíð bara skrivað sosialrealismu líka síðan Martin Joensen, og áðrenn tað eisini. Men nú kemur Agnar við hesi løgnu og øðrvísi søgu, sum viðger Føroyar og føroyingar á ein hátt, sum higartil hevur verið púra ókendur í føroyskum bókmentum