Mangan doyr kjakið um løgtingsvalið skjótt eftir, at úrslitið er greitt. Ætlanin við hesi bókini er at geva løgtingsvalinum 2011 eina breiða viðgerð og geva lesaranum innlit í teir tættir, sum myndaðu valstríðið og høvdu týdning fyri úrslitið. Í hesi bókini fara 17 viðmerkjarar og serfrøðingar aftur um valúrslitið og greina sjálvt valið.